Ódnarveður 24-25 nov 2011

Hettar siga tey uttanlanda: Politikken Berlingske BT Ekstrabladet
Sermitsiaq MBL Ísland    

Í morgun 25/11-11, tá tað lýsti, sá myndin á Skipanesi soleiðis út. Tvey rímiliga stór skip, gamla strandfaraskipið Tróndur og veitingarskipið Orion, dygst inn í fjøruni.
Skipini slitu á Skála í ódnini í gjárkvøldið og róku fyri vág og vind eftir fjørðinum. Í myrkrinum visti eingin við vissu, hvar skipini endaðu, men sum náttin leið, visti onkur at siga, at skipini vóru rikin á land á Skipanesi.
Ein triði bátur sleit eisini á Skála í gjárkvøldið, men tá Portalurin royndi at finna bátin við Skipaneslandið í morgun, fingu vit ikki eyga á bátin.

   

   

Tvøroyri

Eldrasambýlið á Tvøroyri fekk so stóran skaða í ódnini í gjárkvøldið, at tað er ógvuliga ivingarsamt um tað verður gjørt aftur.

Oddur Dimon, brandmeistari á Tvøroyri, sigur, at tey fingu fráboðan um, at takið á eldrasambýlinum reiv.
Tey fóru alt fyri eitt á sambýlið við sjúkrabilum og fingu tey fimm búfólkini á Sjúkrahúsið.
- Vit høvdu akkurát fingið tað síðsta fólki út, tá ið øll yvirtromin fór oman av í einum, sigur Brandmeistarin.
Hann leggur afturat, at húsið er so illa farið, at sjálvur væntar hann, at tað gerst ikki aftur, men verður bara niðurtikið.
Eisini aðrir húsaskaðar vóru í grannalagnum hjá sambýlinum.

Oddur Dimon sigur, at hjá teimum tók ódnin seg upp klokkan 18 í gjárkvøldið og tað kom í hæddina klokkan 20.
- Tá var veðrið so ringt, at nógv siga, at tað var verri enn jólaódnin í 1988.
Fyrsta fráboðanin sløkkiliðið fekk, var at stóra jólatræið á Tvøroyri var farið tvørtur av og síðani gekk tað slag í slag.
- Eg veit ikki, hvussu nógvar fráboðanir vit fingu, men tað var alla tíðina. Vit raðfesta altíð mannalív fremst og tóku støðu út frá tí. At enda høvdu vit bara løgregluna og alarmsentralin at raðfesta fyri okkum, so nógv var at gera, sigur Oddur Dimon.

Ein brandmaður fekk skaða í bjargingararbeiðnum, men onki álvarsligt.

Oddur Dimon sigur, at tað eru mest tekjur, húsaklædningar og slíkt, sum er farið.
Men tað eru øgiliga nógv neyst og úthús farin.

- Í summum førum er talan um betongtoftir, sum hava staðið í 100 ár, sum eru farin, so tað hevur leikað hart á.

Eitt skifti máldu teir heilar 63 metrar um sekundið, tað svarar til 226,8 kilometrar um tíman.
Hann sigur, at tað vóru so harðar hvirlur, at tá ið Nim sleit, hættaðu teir sær ikki oman á keiina at surra hann aftur og tískil lá hann hann tvørt fyri í hylinum og bankaði í einar tveir tímar, men tað elvdi ikki til skaða.
Myndina av sambýlinum tók Jógvan Ferjá

Tað var ikki fyrrenn á midnátt, at ódnin hasaði av á Tvøroyri, sigur Oddur Dimon.

 

Fýra mans í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag fingu skaða í ódnarveðrinum í nátt.
Teir royndu at avmarka skaðan eftir ódnini, tá ið teir fingu eina plátu á seg.
Teir hava ikki fingið álvarsligan skaða, men teir fingu hol á høvdið og skaða í andlit og nakka. Ein fekk eisini skaða í beinið.
Í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag høvdu teir úr at gera í gjárkvøldið.
Claus Olsen, formaður í felagnum, sigur, at einir 30 mans vóru í sving í Hvalba og í Sandvík út í eitt frá klokkan 16.30 seinnapartin til klokkan tvey í nátt, táið telefonin helt upp at at ringja.
Hann hevur ikki tal á, hvussu nógvar skaðafráboðanir teir fingu, men tað var eitt ótal, tí veðrið var av tí allarringasta.
Menninir leggja nógv fyri, men Claus Olsen sigur, at teir noyðas eisini at hugsa um sína egnu trygd og í einstøkum førum máttu teir geva skarvin yvir, tí mett varð, at bjargingararbeiðið var ov vandamikið, tá ið stormurin tók klædningin á einum húsið og húsaklædningur fór um bajonettur ígjøgnum luftina og boraði seg langt niður í jørðina.
Tað mesta, sum er farið eru vindeygu og hurðar, sum eru sogin úr, men annars eru tekjur og húsaklædningur farin og í summum førum er talan um stóran skaða.
Ein stór skiftilast til lastbil fór á flog og gjørdi stóran skaða á spæliplássið í Hvalba, men tað eydnaðist at surra hana í einum túni.
- Onkur úthús eru heilt horvin, tað er ikki so frægt sum at betongveggirnir standa eftir, sigur Claus Olsen.
Nú verður bíðað til tryggingin hevur sýnað skaðar og givið grønt ljós fyri at tað kann ruddast, sigur Claus Olsen.
 

Hendan myndin er tikin av Stephanssonshúsum á Kongabrúnni í Havn, har takið reiv.

 

Viðarlundirnar illa farnar í ódnini

Fríggjadagur 25 Novembur 2011 - 13:07

Ódnin í nátt hevur rakt viðarlundirnar meint. Í løtuni roynir landsskógarvørðurin saman við sínum fólki at fáa eina mynd av støðuni, sigur Umhvørvisstovan.
Men greitt er, at í viðarlundini í Gundadali eru eini 100 trø farin og í viðarlundini í Niðastu Hoydølum er talan um eini 75 trø.
Viðarlundin í Trongisvági er somuleiðis meint rakt av ódnini, eins og nógv er farið á Debesartrøð.
Á Gróðurstøðini í Miðhoydølum er nakað av vøkstri farin, og tað eina goymsluhúsið hevur fingið munandi skaða.
Fólk eiga at ansa eftir og verða biðin um at halda seg burtur frá viðarlundunum, meðan ruddað verður og Tvøroyrar Kommuna hevur stongt viðarlundina í Trongisvági fyribils.
Træið á myndini er 60 ára gamalt og hevur staðið í einum urtagarði beint við síðurnar av viðarlundini í Gundadali. Myndina hevur Finnur Lützen tikið.
 

 

Á Hálsi liggur vindferðin millum 35-46 m/sek
Tað hevur verið rættuliga nógvur vindur í kvøld. Hann er nú gingin meira í útsynning. Sagt verður, at mesti vindurin verður beint eftir miðnátt, tað verður eisini kolandi stormur alla nátt, hann verður tá vestan í ættini.

Landsverk hevur mált upp í 52 á Porkerishálsi, 44 á Glyvursnesi 46 á Hálsi í Sandavági og 46 á Gøtueiði.

 

Løgreglan: 245 fráboðanir um skaða

Løgreglan boðar frá, at í tíðarbilinum 24. november 2011 kl. 1310 (tá fyrsta fráboðanin kom) til í morgun kl. 0920 hevur Løgreglan fingið 245 fráboðanir um skaða.

Yvirlit:

Eysturoy samanlagt 64 fráboðanir
:
-    Skaðafráboðanirnar eru javnt spjaddar millum bygdirnar á oynni.
Norðoyggjar samanlagt 35 fráboðanir:
-    Harðast rakt var Klaksvíkin við 32 skaðafráboðanum.
Sandoy samanlagt 6 fráboðanir:
-    Skaðafráboðanirnar eru javnt spjaddar millum bygdirnar á oynni.
Streymoy samanlagt 60 fráboðanir:
-    Harðast rakt var Hoyvík, Argir og Tórshavn við 36 fráboðanum.
Suðuroy samanlagt 68 fráboðanir:
-    Harðast rakt var Trongisvágur, Tvøroyri og Froðba við 37 fráboðanum.
Vágar samanlagt 12 fráboðanir:
-    Skaðafráboðanirnar eru javnt byttir millum Sørvág og Miðvág. Eingin fráboðan er komin frá Sandavági ella Vatnsoyrum.
Tølini umboða sum sagt bert fráboðanir sum politiið hevur móttikið.
- Politiið vil samstundis nýta høvið til at takka øllum sløkkiliðum og sjálvbodnum kreftum kring landið fyri gott samstarv og takka fyri tað stóra arbeiði hesi fólk gera, sigur løgreglan í fráboðan.

Sandoy                                                                                                                                   Saltsiloin illa farin á Tvøroyri
   
 

Silvia í Fuglaf

 

Í Tórshavn. Eftir Rani Hammershaimb Christiansen

 

Fleiri hús mist tekuna á Tvøroyri