Fiskasølan ymiskar myndur frá mínari Fiskasølutíð, ein fantastisk tíð :o)          nakrar myndir eru frá Torkil :o)                                                          

Tunnusláttur 20 februar 2004, nakrar av myndunum eru ikki góðar men havi koyrt tær á álíkavæl

Birgir, Eyðun, Sjúrður, Carl Johan Mohrsen, Guðbjørg, Elly, Ella, Rógvi, Árni, Jón og Torkil 
       

       

      

   

   

   

Guðbjørg og Lis
   

   

Hans Michael í miðuni
   

Páll Poulsen                                                                                                               Carl Johan Mohrsen og 5 tómar øl
   

Rógvi                                                                                                                        Gurðun
   

   

   

   

   

   

 

Tunnusláttur, næstasíðsti

   

   

       

   

   

   

Margretha, Lis og Guðrun                                                                                          Margretha
   

   

   

     

   

   

   

   

Text Box: Torkil og Niels Peter Bech
   

   

Birgir og Poul Klein                                                          
   

   

   

                                                                                                        Erland og Jean Jeaque
      

   

       

______________________________________________________________________________________________________________________________

Fiskasølan   

   

   

   

   

   

   

   

   

   

   

   

______________________________________________________________________________________________________________________________
19 mai 2004 Poul Lowe á vitjan, vóru til ein super góðan nátturða við øllum tilhoyri heima hjá Birgir og Beintu Kass

Beinta, Poul, Birgir og Torkil                                                                                      Óli Heri og Poul
   

Torkil, Birgir og Erland
   

   

   

   

______________________________________________________________________________________________________________________________
 

Aðrar myndir

Torkil og Torbjørn                                                                                                     Arnbjørn og Gudmundur
   

Úti við Poul Lowe til nátturða                                                                                     Hanni Niclassen
   

Erland Poulsen                                                                                                           UK fólk
   

Poul Lowe (riggin til) Erwin Edwards og Rógvi Reinert
   

   

Páll Poulsen, Kjartan Joensen, Niels Peter Bech og Arnbjørn
   

Snodd á Toftum í 2003                                                                                              Pure Water í Klaksvík eisini í 2003
   

Blue Water Klaksvík
   

?, Regin Mikkelsen og Irvin Edwards                                                                         ? og Elly
   

Elly, Marianna, Guðbjørg og Árni                                                                               Nadia, Ludovic, Tórheðin (Faroe Ship) og    
   

Birgir Kass                                                                                                                Magnus Jespersen, Per Mikkelsen og Rógvi Reinert
   

 

_______________________________________________________________________________________________________________________________

Hvalba

Stjórin í Faroe Finans                                                                                                 Ella Mortensen, Sólfríð Hansen og Carl Johan Mohrsen
   

   

_______________________________________________________________________________________________________________________________

Hvalba

Martin Hentze og Jens Sofus
   

Vilmund og aðrir pakkað hýsu til Jan                                                                          Maskinmenn
   

Inni í reinskerihøllini                                                                                                    Poul Love UK
   
 

   

Jón og Ludovic BSM
   

   

   

   

   

_______________________________________________________________________________________________________________________________

06-12-2004 | Tíðindi úr Føroyum frá Útvarpi Føroya – vika 49

 


 

Nevnd og stjórn í Føroya Fiskasølu eru farin frá, og Føroya Fiskasøla er løgd saman við Føroya Fiskavirking

Higartil eru tíggju av 19 starvsfólkum koyrd úr starvi. Meinhard Jacobsen stjórnar nú eisini Fiskasøluni og bæði feløgini eru undir hattinum hjá Óli M. Hansen, nevndarformanni. Framtaksgrunnurin, sum eigur bæði feløgini, kallaði saman til eykaaðalfund mánakvøldið, har nevndin við Hákun Steingrímsyni, Tummas Arabo og Jóannes Jensen varð koyrd frá. Løtu seinni møtti stjórin Árni Arge á fundi og hann fekk somu boð.

 

Fiskasølan hevði 5,9 mió. kr. í halli, tá átta mánaðir vóru farnir av hesum árinum. Orsøkin er fyrst og fremst virkið í Hvalba, sum kostaði meira enn væntað at fáa í gongd, sigur fyrrverandi nevndarformaðurin Hákun Steingrímsson. Men síðani er gongdin vend, vinningurin var 500.000 kr. í september, 800.000 kr. í oktober, ein millión í november og verður væntandi 1,5 mió. kr. í desember. Nevndin, sum var, ætlaði at geva virkinum í Hvalba freist til nýggjárs fyri at vita, um tað fekst at geva nøktandi úrslit.

 

Fiskasølan bjóðaði Framtaksgrunninum 47,5 milliónir, sambært nevndarformanninum. Men formaður og stjóri í Framtaksgrunninum vísa aftur, at tey hava biðið Fiskasøluna koma við einum boði. Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunninum sigur, at feløgini verða løgd saman, tí grunnurin ikki trýr, at Fiskasøluni er lív lagað í framtíðini. Nevndarformaðurin í Fiskavirking, Óli M. Hansen heldur tað verða ein stóran fyrimun, at Fiskasølan er komin uppí, tí Føroya Fiskavirking er sum er ov lítið í kappingini við keyparar uttanlands.

 

47,5 milliónir standa Framtaksgrunninum í boði fyri Fiskasøluna, og harafturat hava nakrir reiðarar saman við øðrum íleggjarum boðið 115 milj. uppá Føroya Fiskavirking. Sostatt hevur Framtaksgrunnurin fingið í boði at selja bæði feløgini fyri 160 milliónir krónur, men tað er ikki nógmikið, sigur grunnurin. Boðið upp á Fiskavirking er tað sum eginognin hjá felagnum er, einar 110 til 115 miljónir kr. Tilboðið varð latið, áðrenn tað var greitt, at Framtaksgrunnurin ætlaði at leggja Fiskasøluna saman við Fiskavirking.

 

Dánjal Jacobsen reiðari í Vestmanna, sigur, at tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hann sjálvur og Tummas Christophersen eiga í, sum saman við teimum, ið eiga Vesturvón, einum felag sum Jónsvein Knudsen og Bjarni Kass eiga, og feløgunum sum Tummas Justinussen varar av, hava boðið uppá Fiskavirking. Haraftrat eru aðrir føroyskir íleggjarar við í ætlanini. Peningurin er tøkur at keypa fyritøkuna fyri, og talan er um eitt føroyskt felag burturav, sum hevur áhuga í Fiskavirking.

 

Øll nítiárini hevur kapping um fiskin fingið æruna fyri, at fiskaprísirnir hava verið góðir og at bæði skip og virkir hava havt avlop í fleiri ár

Tí skilja politikarar ikki rættiliga, at loysnin nú er, at leggja Fiskavirking og Fiskasøluna saman, tí annars verður kappingin um fiskin ov stór. Heidi Petersen, framsøgukvinna í vinnumálum fyri Tjóðveldisflokkin, heldur, at tað er óskiljandi, at tað brádliga skal vera ósunt við ov nógvari kapping. Og Hendrik Old, framsøgumaður í vinnummálum fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tað sum nú hendir, er ein rein skandala.

  

Fólkaflokkurin hevur heitt á Framtaksgrunnin um alt fyri eitt at lýsa ognirnar hjá sær alment til sølu. Í áheitanini vísir flokkurin á viðtøkurnar hjá grunninum, sum millum annað siga, at Framtaksgrunnurin má ikki fáa avgerandi ávirkan í fyritøkunum, sum hann eigur. Fólkaflokkurin sigur, at selur Framtaksgrunninum nú, hava øll javngóðar møguleikar at bjóða og besti prísurin fæst fyri ognirnar.

 

Eisini Føroya Reiðarafelag mótmælir harðliga, at Framtaksgrunnurin hevur lagt Fiskasøluna undir Fiskavirking við tí endamáli at avhøvda ein kappingarneyta hjá Fiskavirking. Ger politiski myndugleikin onki við núverandi gongd, fer meginparturin av heimaflotanum á heysin. Sannlíkasti keypari tá verður Fiskavirking, sum soleiðis bindur skip og virkir saman aftur og ásetur tá einsamalt prísin fyri ráfiskin, sigur Reiðarafelagið í sínum mótmæli.

 

___________________________________________________________________________________________________________________________________

Stór samanlegging í fiskivinnuni

30-11-2004

Framtaksgrunnur Føroya leggur saman feløg síni, Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasølu. Orsøkin er m.a., at Fiskasølan ber seg ikki.

Framtaksgrunnur Føroya ætlar at leggja dóttirfeløg síni, P/F Føroya Fiskavirking (P/F United Seafood) og P/F Føroya Fiskasølu (P/F Faroe Seafood) saman í eitt felag, har Føroya Fiskavirking og leiðsla tess verður hitt framhaldandi felagið. 

Her er brot úr tíðindaskrivi frá Framtaksgrunninum, har avgerðin um samanlegging verður grundað:

Avgerðin er fyrst og fremst grundað á, at fíggjarliga gongdin hjá Føroya Fiskasølu er als ikki nøktandi. Við endan av oktober í ár vísti úrslitið eitt munandi hall, hóast fyritøkan við ársbyrjan roknaði við einum avlopi. Framtaksgrunnurin metir, at verandi rakstur hjá Fiskasøluni verður ikki nøktandi frameftir, t.d. verður eingin laksur tøkur úr Føroyum til framleiðsluna á virkinum, Faroe Seafood Processing Fuglafjørður, eftir mai 2005.

Skal Føroya Fiskasøla bøta um gongdina, noyðist felagið at keypa seg til umsetning innan sama virksemi, sum Føroya Fiskavirking virkar á, t.v.s. at gera íløgur í framleiðslu av botnfiski. Hetta stigið økir virksemið hjá grunninum í fiskivinnuni á landi, og tað ber eisini í sær kapping millum tvey dóttirfeløg hjá grunninum.

 Møguleikarnir fyri betran og vøkstri hjá framhaldandi felagnum, Føroya Fiskavirking, eru fyrst og fremst at finna í útlendsku sølufeløgunum hjá Fiskasøluni í Fraklandi og Bretlandi, umframt framleiðsluvirksemið í Hirtshals. Harumframt fer Fiskavirking at eiga P/F Faroe Finance, ið fíggjar áogn.

 Í sambandi við samanleggingina er ætlanin at minkað munandi um samlaðu íløguna og harvið váðan hjá Framtaksgrunninum í nevndu feløgum. Partvís verður hetta gjørt við at útluta reiðan pening og partvís við at útluta partabrøv í feløgum, ið ikki hava beinleiðis tilknýti til kjarnuvirksemið hjá Føroya Fiskavirking frameftir. Hædd verður sjálvsagt tikin fyri, at kreditvirðið hjá Fiskavirking er nøktandi eftir útlutanina.

 Í sambandi við ætlanina um samanlegging manna nevndarlimirnir í Føroya Fiskavirking nú nevndina í Føroya Fiskasølu. Óli Hansen er nevndarformaður, og hinir nevndarlimirnir eru Bergur í Garði, Símun Mittún, Sofus Poulsen og Jens Josefsen.

 

______________________________________________________________________________________________________________________________

 

Framtaksgrunnurin bað Fiskasøluleiðsluna bjóða
     fríggjadagur, 26. november 2004 21.24 - Innland -
¿ Tá leysatíðindi fóru at ganga í vinnuni, at Fiskasølan og Fiskavirking skuldu leggjast saman, vendu vit okkum til Framtaksgrunnin at fáa hetta váttað ella avsannað. Men tað kundu vit ikki fáa, sigur Árni Arge, stjóri á Fiskasøluni. Framtaksgrunnurin bað Fiskasøluleiðsluna bjóða

Árni Arge sigur, at Framtaksgrunnurin bað leiðsluna í Fiskasøluni bjóða uppá fyritøkuna.

- Tí var tað ørkymlandi at hoyra formannin í Løgtingsins Vinnunevnd, Henrik Old, í tíðindunum á middegi siga, at leiðslan á Fiskasøluni ikki ger sítt arbeiði. Tí tað er júst tað, vit hava gjørt, sigur stjórin á Fiskasøluni.

___________________________________________________________________________________________________________________________________

Framtaksgrunnurin ikki biðið um nakað fiskasøluboð
     leygardagur, 27. november 2004 23.20 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Leiðslan fyri Framtaksgrunnin vísir púrasta aftur, at hon skal hava heitt á leiðsluna á Fiskasøluni, um at koma við einum boði uppá fyritøkuna. Framtaksgrunnurin ikki biðið um nakað fiskasøluboð

Árni Arge, stjóri á Fiskasøluni segði í gjár við útvarpið, at tá leysatíðindi fóru at ganga í vinnuni, at Fiskasølan og Fiskavirking skuldu leggjast saman, vendi leiðslan á Fiskasøluni sær til Framtaksgrunnin fyri at fáa hetta váttað ella avsannað. ¿ Tað bar ikki til, segði Árni Arge, og sum segði, at Framtaksgrunnurin bað leiðsluna í Fiskasøluni um at bjóða uppá fyritøkuna.

Í einum skrivi, sum Útvarpið hevur fingið sendandi, vísa stjórin og nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum staðiliga aftur, at grunnurin skal hava biðið nevnd og leiðslu í Føroya Fiskasølu um at koma við einum boði um at keypa felagið. Men tey vilja ikki svara nøkrum spurningum.

________________________________________________________________________________________________________________________________________

Árni Arge fær ikki sagt so nógv um viðurskiftini
     týsdagur, 30. november 2004 10.03 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Eftir eykaaðalfundin í Føroya Fiskasølu varð stjórin, Árni Arge, boðsendur seint í gjárkvøldið. Hann sigur, at har fekk hann at vita frá formanninum og næstformanninum í nýggju nevndini hjá Fiskasøluni, sum er nevndin hjá Fiskavirking, at hann var ikki longur stjóri í Fiskasøluni. Árni Arge fær ikki sagt so nógv um viðurskiftini

_______________________________________________________________________________________________________________________________________

Fiskasølan og Fiskavirking samanløgd av ótta fyri kapping
     týsdagur, 30. november 2004 11.12 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Óttin fyri kapping millum Fiskasøluna og Fiskavirking í fiskiídnaðinum fekk nevndina í Framtaksgrunninum at gera av, at tey bæði dótturfeløgini skulu leggjast saman og halda fram sum Fiskavirking. Fiskasølan og Fiskavirking samanløgd av ótta fyri kapping

Fiskasølan ber seg ikki. Tí verða Fiskasølan og Fiskavirking lagdar saman, so meira fæst fyri Fiskavirking, og váðin hjá Framtaksgrunninum, sum eigur bæði feløgini, minkar. Tað sigur nevndin í Framtaksgrunninum.

Hon sigur, at úrslitið hjá Fiskasøluni er verri enn so nóg gott. Hon hevði munandi hall síðst í oktober, hóast hon roknaði við avlopi, tá árið byrjaði. ¿ Skal Fiskasøluni gangast betur, noyðist felagið at fara inn á økið hjá Fiskavirking, tað vil siga virka fisk, sigur nevndin í Framtaksgrunninum.

_____________________________________________________________________________________________________________________________________

Fiskasøluleiðslan bjóðaði 47,5 milliónir fyri Fiskasøluna
     týsdagur, 30. november 2004 12.42 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Hákun Steingrímsson segði fyri løtu síðani, at svar frá Framtaksgrunninum kom við postinum í dag. Har sigur grunnurin, at hann tekur ikki við boðinum, sum er 47,5 milliónir krónur. Fiskasøluleiðslan bjóðaði 47,5 milliónir fyri Fiskasøluna

Fiskasølan hevði 5,9 mió. kr. í halli, tá átta mánaðir vóru farnir av hesum árinum. Orsøkin er fyrst og fremst virkið í Hvalba, sum kostaði meira enn vænta at fáa í gongd, sigur fyrrverandi nevndarformaðurin. Men síðani er gongdin vend, vinningurin var 500.000 krónur í september, 800.000 krónur í oktober, ein millión í november og verður væntandi 1,5 millión krónur í desember.

Nevndin, sum var, ætlaði at geva virkinum í Hvalba freist til nýggjárs fyri at vita, um tað fekst at geva nøktandi úrslit. Lukkaðist tað ikki, var ætlanin at lata virkið aftur.

____________________________________________________________________________________________________________________________________

Framtaksgrunnurin trýr ikki upp á Fiskasøluna einsamalla
     týsdagur, 30. november 2004 20.33 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Orsøkin til at Framtaksgrunnurin hevur valt at leggja Fiskavirking og Fiskasøluna saman í eina fyritøku er, at grunnurin ikki trýr uppá, at Fiskasøluni er lív lagað í longdini. Tað sigur Dagmar Joensen, forkvinna í Framtaksgrunninum. Framtaksgrunnurin trýr ikki upp á Fiskasøluna einsamalla

Hon vísir somuleiðis á, at Fiskavirking og Fiskasølan verða løgd saman, tí fyritøkurnar undir Framtaksgrunninum eru í beinleiðis kapping móti hvørji aðrari.

Dagmar Joensen sigur, at við samanleggingini verður tað møguligt hjá Fiskavirking at rinda Framtaksgrunninum nakað av peningi aftur. Hvussu nógv dugir hon kortini ikki siga enn.

_________________________________________________________________________________________________________________________________

Fyrimunur fyri Fiskavirking at fáa Fiskasøluna uppí
     týsdagur, 30. november 2004 20.24 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
¿ Keypararnir uttanlands leggja saman í stór feløg, og trupulleikin hjá Føroya Fiskavirking er, at felagið er ov lítið. Tí er tað ein fyrimunur at fáa Fiskasøluna uppí, sigur Óli M. Hansen, nevndarformaður í Fiskavirking og Fiskasøluni. Fyrimunur fyri Fiskavirking at fáa Fiskasøluna uppí

Hann sigur eisini, at verður fiskapakkin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum samtyktur, og fæst fígging, ber til at halda fram at virka fisk í Suðuroynni.

Óli M. Hansen sigur, at nevndin í Fiskavirking er biðin um at skipa fyri samanleggingini, nú Fiskasølan skal uppí.

 

Níggju fólk á fiskasøluni sekkin eftir samanlegging
     mikudagur, 01. desember 2004 15.29 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Tað hevur longu kostað níggju fólkum arbeiðið, at Fiskasølan og Fiskavirking skulu leggjast saman. Níggju fólk á fiskasøluni sekkin eftir samanlegging

Mánakvøldið varð stjórin á Fiskasøluni koyrdur frá, og í gjár fingu átta fólk afturat í føstum starvi boð um, at ikki er brúk fyri teimum longur.

Formaðurin í nevndini hjá Fiskasøluni, Óli M. Hansen, sigur, at níggju fólk, sum eru í føstum starvi hjá Fiskasøluni í Føroyum, eru uppsøgd, og talan verður bara um hetta eina uppsagnarumfarið.

 

Bjarni Djurholm ikki ovurfegin um samanlegging
     mikudagur, 01. desember 2004 15.28 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Tað fær helst avleiðingar fyri fiskapakkan hjá landsstýrinum, nú Fiskasølan og Fiskavirking verða lagdar saman. ¿ Í øllum førum stendur tað málið í einum øðrum ljósi nú, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, sum ikki er ovurfegin um avgerðina hjá Framtaksgrunninum um samanlegging. Bjarni Djurholm ikki ovurfegin um samanlegging

Á tingfundinum í dag fær Bjarni Djurholm tveir munnligar fyrispurningar um Framtaksgrunnin, Fiskavirking og Fiskasøluna.

Nevndarformaðurin í Fiskavirking, Óli M. Hansen, vil ikki siga nakað um fíggjarliga støðuna hjá felagnum higartil í ár. Hann vísir til tagnaskylduna. Men, sigur hann, øll fiskivinna hevur havt eitt tungt ár.

 

Reiðarafelagið mótmælir avhøvding av Fiskasøluni
     mikudagur, 01. desember 2004 18.01 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Føroya Reiðarafelag mótmælir harðliga, at Framtaksgrunnurin hevur lagt Fiskasøluna undir Fiskavirking við tí endamáli at avhøvda ein kappingarneyta hjá Fiskavirking. ¿ Fiskasølan hevur í ár keypt ráfisk og megnað at skapt eina ávísa kapping um fiskin, og hevur í fleiri førum syrgt fyri, at avreiðingarprísirnir eru hækkaðir, sigur felagið. Reiðarafelagið mótmælir avhøvding av Fiskasøluni

¿ Nevnd og leiðsla í Framtaksgrunninum er ikki sína uppgávu vaksin, tá tey ikki taka av einum møguleika at selja Fiskasøluna, sum tey sjálvi onga framtíð síggja í, og tí tey avhøvda ein kappingarneyta í staðin fyri at taka kappingina upp við hann, sigur Føroya Reiðarafelag.

¿ Ger politiski myndugleikin onki við núverandi gongd, fer
meginparturin av heimaflotanum á heysin. Sannlíkasti keypari tá verður Fiskavirking, sum soleiðis bindur skip og virkir saman aftur og ásetur tá einsamalt prísin fyri ráfiskin, sigur Reðarafelagið í sínum mótmæli.

 

Fiskavirking ikki gjørt av lata virki í Suðuroynni aftur
     hósdagur, 02. desember 2004 19.28 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Nevndin í Fiskavirking hevur onga avgerð tikið um at lata nakað virki í Suðuroynni aftur. Tað sigur Óli Hansen, nevndarformaður í Fiskavirking, nú tað ljóðar, at Palm Seafood í Vági, er givið at keypa fisk. Fiskavirking ikki gjørt av lata virki í Suðuroynni aftur

Fiskasølan, sum er løgd saman við Fiskavirking, átti og rak virkið í Hvalba, og Fiskasølan leigaði virkið hjá Palm Seafood í Vági til saltfisk.

Tað hevur ljóðað, at Fiskavirking hevði gjørt av at steingja virkið í Vági, men tí vísir Óli Hansen, nevndarformaður aftur. Hann sigur, at nevndin hevur til uppgávu at røkja áhugamálini hjá grunninum sum eigur Fiskavirking, og tað ætlar nevndin sær at gera.

 

Støðan í Vági »forferdilig« eftir uppsagnir á Palm Seafood
     fríggjadagur, 07. januar 2005 12.42 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Í Vági er støðan ring, eftir at yvir 40 fólk í gjár fingu uppsagnarbræv. ¿ Hetta er forferdiligt, tí einki annað arbeiði er at fáa, sigur Rannvá Dalá, forkvinna í arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður í Vági. Støðan í Vági »forferdilig« eftir uppsagnir á Palm Seafood

Hon hevði kortini roknað við, at virkið fór at lata aftur, eftir at Fiskavirking og Fiskasølan vórðu løgd saman, so tí koma uppsagnirnar ikki so óvart á.

¿ Vit mugu vóna, at tað letur uppaftur, men annars er tað ikki so nógv, felagið kann gera, Rannvá Dalá, forkvinna í arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður í Vági, sum ætlar sær at boðsenda nevndini í fakfelagnum á fund at viðgera støðuna.
 

 

Fyrrverandi Fiskasøluleiðslan vil framvegis keypa virki
     týsdagur, 11. januar 2005 19.53 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Fyrrverandi leiðslan í Fiskasøluni er framvegis áhugað at keypa virkini, ið Fiskasølan rak. Fráfarni nevndarformaðurin í Fiskasøluni, Hákun Steingrimsson, er sannførdur um, at tað hevði borið til at fáa virkini í Vági og í Hvalba at bera seg. Fyrrverandi Fiskasøluleiðslan vil framvegis keypa virki

¿ Tilboðið stendur við, men er Framtaksgrunnurin áhugaður fyri tilboðnum nú, má upphæddin endurskoðast, tí grundarlagið kann vera broytt, sigur fráfarni nevndarformaðurin í Fiskasøluni, Hákun Steingrimsson.

Leiðslan í Fiskasøluni bjóðaði fyri hálvumøðrum mánaði síðani Framtaksgrunninum 47,5 milliónir krónur fyri Fiskasøluna, men grunnurin havnaði tilboðnum og valdi í staðin at leggja Fiskavirking og Fiskasøluna saman í eina fyritøku.

 

Fyrrerandi leiðslan hevði ikki fígging til keyp av Fiskasøluni
     mikudagur, 12. januar 2005 16.46 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Nevndin í Framtaksgrunninum vísir aftur, at fyrrverandi leiðslan í Fiskasøluni hevði tilsøgn um fígging, tá hon bjóðaði upp á Fiskasøluna í november. Hákun Steingrímsson, fyrrverandi nevndarformaður í Fiskasøluni, segði í gjár við Útvarpið, at tilsøgn um fígging var frá føroyskum peningastovnum og at eisini íslendskir peningastovnar høvdu víst áhuga. Fyrrerandi leiðslan hevði ikki fígging til keyp av Fiskasøluni

Í dag gera nevndarformaðurin og næstformaðurin í Framtaksgrunninum vart við, at Framtaksgrunnurin onga tilsøgn um fígging hevur sæð hvørki frá føroyskum ella útlendskum fíggingarstovni. Fyrrverandi leiðslan í Fiskasøluni hevði ikki endaliga tilsøgn um fígging, tá hon bjóðaði uppá Fiskasøluna, men hon hevði eina váttan frá einum peningastovni um, at hann hevði stóran áhuga fyri ætlanini, og at hann í prinsippinum stóð aftanfyri innsenda boðið.

Peningastovnurin ger tó samstundis vart við, at eingin umsókn enn er viðgjørd í nevndini, og at eingin fígging er játtað, fyrrenn nevndarviðgerð er farin fram. Skriv um hetta varð sent Framtaksgrunninum 23. november. Nakrar dagar seinni boðaði grunnurin frá, at Fiskavirking og Fiskasølan skuldu leggjast saman, og nevndin í Fiskasøluni varð koyrd frá.

 

Fiskavirking og Fiskasølan tilsamans 39 milliónir í halli
     hósdagur, 24. februar 2005 20.47 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Samanløgdu fyritøkurnar Føroya Fiskavirking og Føroya Fiskasøla høvdu tilsamans 39 milliónir krónur í halli í fjør. Fyri bæði Fiskavirking og Fiskasøluna er talan um tað ringasta ársúrslitið, síðani Framtaksgrunnurin yvirtók fyritøkurnar, ávíkavist í 1997 og í 1995. Fiskavirking og Fiskasølan tilsamans 39 milliónir í halli

Raksturin hjá Føroya Fiskavirking gav eitt undirskot uppá 13 milliónir krónur, og harumframt staðfestir felagið, at íløgan uppá 2,7 milliónir krónur í surimi-virkið í Fuglafirði er mist og pengarnir avskrivaðir. Tí er samlaða rakstrarúrslitið hjá Føroya Fiskavirking 15,7 milliónir í undirskoti.

Úrslitið hjá Føroya Fiskasølu gjørdist uppaftur verri enn hjá Fiskavirking, tí Fiskasølan hevði í fjør 23,1 milliónir krónur í halli. Virksemið hjá Fiskasøluni í Hvalba og Vági gav sjey milliónir í undirskoti og harumframt er virðið á ognunum niðurskrivað við 2,8 milliónum.

 

Ikki truplari at selja Fiskavirking nú enn frammanundan
     fríggjadagur, 25. februar 2005 12.06 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
¿ Uppgávan at selja Fiskavirking er ikki truplari nú, enn hon hevur verið, heldur Dagmar Joensen, forkvinna í Framtaksgrunninum, fast um, hóast samanløgdu fyritøkurnar Fiskavirking og Fiskasølan høvdu tilsamans 39 milliónir krónur í undirskoti í fjør. Ikki truplari at selja Fiskavirking nú enn frammanundan

¿ Úrslitið er eitt faktum, ið vit ikki kunnu gera nakað við, sigur Dagmar Joensen, eftir at íløgan hjá Framtaksgrunninum í Fiskavirking og Fiskasøluna gav tilsamans 39 milliónir í undirskoti. Í grein trý í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin stendur, at fyritøkan skal avhenda sínar íløgur, tá hesar vísa seg at vera burðardyggar og sølubarar.

So seint sum í november vóru boð givin bæði uppá Fiskasøluna og Fiskavirking. Partur av gomlu nevnd og leiðslu í Fiskasøluni bjóðaðu 47,5 milliónir krónur fyri Fiskasøluna, og harafturat bjóðaðu nakrir reiðarar saman við øðrum íleggjarum 115 milliónir krónur fyri Føroya Fiskavirking.
 

 

 

Fiskavirking og Fiskasølan saman ein betri søluvøra
     fríggjadagur, 25. februar 2005 18.51 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Hóast bæði Fiskavirking og Fiskasølan øll árini síðani 2000 hava havt stórt yvirskot, tó við einum undantaki, so heldur forkvinnan í Framtaksgrunninum ikki, at hon hevur ligið sjóvarfallið av sær. ¿ Fyritøkurnar hava ikki verið klárar at selja, sigur Dagmar Joensen. Fiskavirking og Fiskasølan saman ein betri søluvøra

Hon fer so langt sum at siga, at samanlagda Fiskavirking í dag er ein betri søluvøra enn Fiskavirking og Fiskasølan vóru fyri tveimum árum síðani, tá fyritøkurnar høvdu ávíkavist 17 og 3,5 milliónir krónur í yvirskoti.

Framtaksgrunnurin fekk í vetur tvey tilboð uppá at keypa dótturfyritøkurnar, men grunnurin metti ikki, at tilboðið uppá Fiskasøluna var reelt, meðan tilboðið uppá Fiskavirking ongantíð kom longur enn til samrøður.
 

 

Fiskavirking og Fiskasølan til sølu undir einum í heyst
     týsdagur, 22. mars 2005 21.28 - Innland -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Í síðsta lagi 24. oktober í ár verða Fiskavirking og Fiskasølan settar til sølu undir einum. Formliga verða feløgini bæði løgd saman í eitt felag á aðalfundi triðja páskadag, og heitið hjá nýggja felagnum verður Faroe Seafood. Fiskavirking og Fiskasølan til sølu undir einum í heyst

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika sølu av Fiskavirking, men síðani november mánað, tá Fiskavirking varð løgd saman við Fiskasøluni, hevur verið arbeitt við at samskipa raksturin av báðum feløgunum til eina vælvirkandi heild.

Nú Framtaksgrunnurin hevur tikið avgerð um at selja fyritøkurnar báðar undir einum, verður farið undir at fyrireika sølutilfarið, so tað er klárt í síðsta lagi 24. oktober í ár, tá nýggja Faroe Seafood verður sett til sølu.

 

 

21.10.2003 Tíðindi úr Føroyum, vika 42        uppruni

Føroya Fiskasøla hevur keypt flakavirkið í Hvalba frá Jóhan Páll Joensen og Jóhan David Joensen. Ætlanin er, at Fiskasølan skal taka yvir virkið 1. november. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, góðtekur grundgevingina hjá Framtaksgrunninum at lata Fiskasøluna keypa flakavirkið í Hvalba sum liður at gera hana meiri áhugaverda at selja. Vinnupolitiski framsøgumaðurin hjá Sambandsflokkinum, Johan Dahl, heldur at hetta hevur lítið við liberalan politikk at gera. Stjórin í Fiskasøluni Árni Arge heldur, at flakavirkið hóskar sera væl til arbeiðslag og arbeiðssetningin hjá Føroya Fiskasølu.