7 apríl 2001 giftust vit :o)

Laila hevur vitjan av frisør mega tíðliga uml kl 02 hjá okkum í Signabø
   

                                                                                        Soleiðis so er klárt at fara til Lútzen foto, klokkan er 06
   

Áðrenn vit skuldu giftst, vóru vit hjá fotograf hjá Lútsen, vóru hjá honum uml kl 06,30
   

   

       

       

       

   

KL 07 vóru vit heima hjá Bjarna Bech, sum skuldi gifta okkum
   

   

       

   

Soleiðis nú eru vit gift og Petur skal koyra okkum til Vestmannar, har vit hava bjóða til morgunmat á LaCareta
      

So eru vit í Vestmanna
   

   

   

   

   

   

Petur var og setti bilin í køðina til Sam, so at vit kundu skunda okkum til Flogvøllin og fáa tey fremstu setrini, tí Laila var í brúðarkjólanum, men bilurin punkteraði so :o(:o(
   

Men vit komu væl og virðiliga umborð á flogfari, brúðarsangurin var í hoytalaranum og flogskiparin ynskti okkum tillukku og vit fingu konfekt og shampanju :o)

Her eru vit komin á okkara brúðarsvitu í Keypmannahavn, mega lækkurt kamar, við stórari fruktskál og flottari bakara-konfektskál á kamarinum, eisini kom ein tænari við shampanju, vit føldu okkum sum greivar :o)
       

   

   

   

   

   

   

   

So eru vit klár at fara til Malorca. Ein giga brølara gjørdi eg, tí tá eg skuldi gjalda fyri 1 øl, ein snaps og 2 sodavatn,
søgdu tey at minibarrin var íroknað prísin á kamaranum, øvøv og minibarrin var meira at líknað einari maxibar øvøv
   

 

So eru vit á Malorca, hotelli eitur Playa Cala Mayor                                                    Gótt útsýni yvir strondina
                   

   

   

   

   

   

   

   

       

   

Her keyptu vit eina Napolium Cognac fløsku, sum vit hava til pint
   

   

   

   

Vit gingu til Palma høvuðstaðin, tað tók um 45 min annan vegin, men í so góðum veðri er tað einki problem, har eru mega nógvir og flottir stuttleikabátar
   

   

Vit vóru nógv á strondini, haldi hvønn dag
   

   

   

Hettar var okkara stambar, vit ótu eina lætta máltíð hvønn dag, serliga var tað sandwich, sum Laila dámdi so sera væl. Her fekk man eisini mega stórar Cognac´arar :o)
       

       

   

Katedralurin í Palma er mega stórur og flottur. Onkur segði tann flottasti í Europa ??
   

   

Her eru vit í Marineland
           

       

          

   

   

   

   

   

   

Show var hvørt kvøld á hotellinum
       

   

   

                                                                                       So er man klárur til heimferðina
   

Her bíða vit eftur kuffertinum í KBH                                                                            Vit høvdu kamar í Lufthavnini í KBH, tað var langt niðri undir, fínt kamar men men                                                                                                                             eitt sindur løgi at búgva so langt niðri við ongum vindeygum
          

   

Hom kom eftir okkum á flogvøllinum

Ein mega góður túrur