Heimtúrur 4

Vit eru á veg ígjøgnum Holland og skulu til eitt campingpláss í Týsklandi
   

Uff uff mitt á motorvegnum er eitt óhapp hjá einum við campingvogni, sær einki serligt út. Tað er ikki bara at siga tað, serliga tá man yvirhálar stórar trailarar er vognurin sera ófriðarligur
aftanfyri og man skal also hava tunguna beint í munninum, man koyrir also úml 100 KM/tíman
   

So eru vit frammi í Týsklandi
   

   

Fínasta slag campingpláss                                                                                                   Mega nógvar kaninir alla staðnis, Andrass :o)
   

   

   

Ja so er tað heimasíðan aftur :o)
   

Mikumorgunin rigga vit av her í Týsklandi og ætlað at koyra til Danmarkar                          Útkoyringin
   

Vit steðga á at vita um fiskur er á fiskamarknaðinum á Toftum                                            
   

So eru vit komin til Camping Aarhus :o)
   

Gudmundur óførur at hjálpa                                                                                               Hósdagin kom Mary-Ann at vitja okkum, Gudmundur tekur ímóti henni :o)
   

   

Bjørn, Liljan, Aron og John eru eisini komin ein túr                                                              Gudmundur og Aron spæla talv
   

                                                                                                                                         Bjørn er óførur grillari :o)
   

   

   

   

   

   

Sera hyggeligt at hava tykkum á vitjan :o)
   

Aron var eftir og teir báðir svóðu saman í koyggjuni, teir hyggaðu sær óført við Lego :o)
   

   

Her eru vit í einum sera stórum centri, Bruuns Gallery í Århus                                              Hugnalig gøta í Århus
   

Dómkirkjan í Århus
   

   

Gongugøtuna hava vit oftani gingið upp og niður, og BR er alla staðnis
   

Mary-Ann er komin og vit fara at fáa okkum okkurt at eta saman
   

Leygarmorgun kl 09 og vit rigga av í Århus Camping. Vit skulu við Norrønu :o)
   

Aarhus Camping er eitt gott campingpláss, bara einar 10 KM frá centrum

Her eru vit í einari bensinstøð 2 km frá Hirtshals, fáa okkum okkurt etandi                           Vit hittu Jón á støðini, hann hevur verði í Danmark í einar 3 mánaðar og flytur heim nú
   

So standa vit í kø til Norrønu, hon er seinka uml 2 tímar vegnað ringt veður
   

So leggur Norrøna at kl 16                                                                                                 Men vit hugnaðu okkum á kajuni, sera gott veður. Kanska besti sóldagur síðani vit fóru
                                                                                                                                          úr Spania. Veðri hevur verði sera vánaligt næstan allar 12 dagarnar síðani Spania
   

   

So eru vit umborð. Vit møttu Ellu hjá Ragnar og Benny og sjálvandi Oddfinn og Hannis, sum sigla við :o). Oddfinn segði at hann vitjaði heimasíðuna hjá okkum næstan hvønn dag :o)
   

Bobby stakkalin kendi fongsli aftur frá í fjør og vildi slett ikki inn, men vit fingu hann so inn eftir nógv stríð, sum tað sæst so tímir bobbarin sera illa hettar fongsli umborð :o(
   

Leygarkvøld og kalda borði umborð. Haldi hettar var tað besta búffe´in í nógv ár, har var
eisini turrur fiskur og turt spik, akkurát sum fyrr, og so í sera góðum selskapið eisini :o)        Morgunmaturin er sum altíð sera góður umborð, og hettar dámar Gudmundur sera væl
   

Vit sótu aftast í skipinum og beint aftanfyri nakkan hjá Gudmundur sæst ein borðiplattformum. Veðri er sera gott at sigla í, tað rullaði eitt pikkalítið sindur í gjárkvøldi, men bilti ikki
   

Skuldi líka oyðsla nakrar krónum, men hann er raskari nú at gevast, brúkti kanska einar 10 kr.
   

Sunnukvøldi vóru vit til Búffet, sera góða. Veðri var ikki tað besta, búffe´ina vóru bara eini 3-4 borð also tíð tað rullaði so illa :o)
   

So byrjaði finalan millum Italia og Spania, vit sótu sera væl fyri og so saman við Jón eisini :o)          Her er mál
   

Oddfinn mammubeiggi siglir við Norrønu, vit fáa altíð eitt gott prát við hann, fittur stórur maður :o)
   

Norrøna leggur at og vit sita og bíða
   

Norrøna var seinka og vit vóru ikki heima fyrr enn kl 00:30 og her flaggað allastaðnis. Okkara fittu grannar á MG 35 høvdu verði og sett fløgg upp, takk fyri :o)
   

Soleiðis nú er tað mesta komi inn í húsi hjá okkum og tíð er at tørna inn, klokkan er 04:30
   

Appelsinir og Syltutoy frá Juan í Altea                                                                                 Hesir dámdu væl syltetoy´ i :o)
   

Heimtúrurin í tølum :o)