Seinasta skúladag hjá Gudmundur 15 juni 2012                       MOVIE

Gudmundur pensando mucho en sus amigos y profesores de L'Olla escuela y anhela estar con amigos de la escuela

4 Flokkur og tey hava skriva uppá talvuna á síðsta skúladegi hjá Gudmundur. Gudmundur sera sera keddur
Frá vinstru: Aitana, Taya, Augustina, Ilona, Gudmundur, Olivia, Júlia, Pablo, Vicent, Flori. Isak og Jewel mangla á myndini

Gudmundur ( Gud ella Guddy, sum tey søgdu ) fekk bei bei brøv frá skúlaflokkinum hjá sær í L´Olla skúlanum í L´Olla, Altea :o)
Tey hava teknað og skriva mest um FC Barcelona, sum Gudmundur elskar

Hettar bræv er frá Pablo, vanliga róptur Pau
EL MEJOR merkir tann besti

Pablo skrivar:  -  vit elska teg   -   Besti vinur tín Pau   -    hann hevu tekna ein seglbát og ynskir  - Góðan vind  -  

 

Her er tað Taya, sum hevur gjørt eitt fitt bræv :o)  Hon hevur teknað ein fótbóltsvøll

Taya dugir væl at tekna, mest um Barcelona ella BARQA, sum tey siga. Hon skrivar:  Eg haldi hettar er cool´asta ári í skúlanum. Tá tú
sær hettar korti, so fer tað at minna teg á 4. flokk her hjá okkum. Eg haldi at vit vera færri í flokkinum nú...

 

Aitana hevur eisini gjørt eitt bræv :o)

Aitana skrivar Gudmundur eg fari at saknað teg, tú er tann besti drongur eg havi kent :o)   Eisini skrivar hon: eg gevi tær mína "Eydnu linjal"
hon hevur klistra eina lítla linjal á brævi, niðasta til vinstru, fitt :o)

 

Veit ikki hvørjum hettar var frá. Gudmundur heldur at tað er frá Taya

Veit heldur ikki

Augustina hevur eisini gjørt eitt bræv. Hon skrivar "Gudy tann besti" á forsíðuna :o)

Augustina skrivar, Leingi livi Barca    -   Tú er tann besti í allari verðini     -  Eingin ynskir at tú fer avstað - Mær dámdi sera væl at hava
teg í 4 flokki her í skúlanum  -  Vit elska teg og vóna at tú kemur aftur næsta ár  -  Nógv klemm Agus

Hon skrivar á baksíðuna:   " de Augustina Para Gud y te queremos"  -  Frá Augustina til Gud og vit elska teg  - 

 

So er tað Ilona :o)

Ilana skrivar umleið hettar.  -  Eg vil saknað teg Gudy  -  Eg vil hava teg í skúlan aftur  -  Tú er tann besti í klassanum  -  Kanska kunnu
vit tosa saman við Skype og kanska við allan flokkin  - 

 

Veit ikki hvør skrivar her, men her stendur:  -  Tú er mín besti vinur Gud  -          ( Gudm = Gudmundur )

 

Júlia skrivar  -  Eg vil saknað teg  -  Eg vóni at tað fer at gangast tær gott, og tú far nógvar nýggjar vinir  -

Júlia skrivar. Hon skrivar uml hettar:  -  Hey Gudy eg eri tín floksfelagið Júlia  -  Tú er tann, sum eg kanska dámi best í skúlanum, tí
skrivi eg hettar bræv.  -  Kanska komi eg til Føroyar at vitja teg ein dag.  -  Eg hopi tú kemur aftur at vitja okkum í skúlanum  -  Eg vil
fáa mær Skype so eg kann tosa við teg  -  Pápi mín hevur Skype  - 

Hettar lá í brævinum  "Nunca te olvidare", sum merkir  -  gloymi teg aldrig  -

Baksíðan á brævinum frá Júlia :o)  -  bei bei Gudy  - 

Her er forsíðan hjá Vicent til Gudmundur :o)

Vicent skrivar:   - Eg haldi sera nógv av tær  -  Ein av mínum bestu vinum  -  Eg vil royna at hitta teg aftur, ella tú kemur at síggja okkum
øll aftur  -  Hopi at um tú hevur hug at læra Castellano at tú so kemur aftur her til okkum ein dag :o)

 

So er tað Olivia :o)  -  Til Gudy frá Olivia  -  hurra Barca   -   Ikki fara  -    ( hon ætlaði at koma við okkum til Føroyar :o) )

Olivia skrivar:   -  Halló Gudy eg eri Olivia. Mær dámdi sera gott at tú kom her til Altea. Tú er tann fittasti eg havi møtt í mínum lívi
Vit kunnu tosa í Skype saman tá tú er heima aftur. Vóni at tú hevur havt eina fantastiska tíð her hjá okkum. Vóni at tú kemur aftur
til Altea at verða í eitt ár.  -  Gloymi teg ongantíð  -  massar av klemm  frá Oliva  -  Tú er best  -    :o)

Olivia sigur   til Gudy  -  higg her í  - 

Fitt hon skrivar  "bien guado" ella -  FCB eru ordiliga góðir  -  Eg sakni teg nógv  -  Tú er tann besti  - 

Hettar er kanska ikki alt orðarætt, okkurt er ikki so lætt at lesa. Men tey hava verði sera sera góðir skúlafelagar og vinir tað má sigast

Ikki eina tí einastu fer er Gudmundur komin keddur úr skúla og fór altíð glaður í skúla. Sjálvt tað fyrstu tíðina tá hann ikki forstóð eitt
tað einasta orð, einasta hann segði onkuntíð fyrstu dagarnar var at hann keddi seg onkuntíð, men at tey alla tíðina royndi at fáa hann
uppí at spæla. Men so tá ein tíð var farin og hann byrjaði at forstanda máli ja tá gekk sera gott og hann treivst mega væl

So vit hava verði sera sera heldig at finna ein skúla við so fittum lærarum og børnum :o)

Her er Isak og Gudmundur, Isak er ikki á so nógvum myndum á hesari síðuni, tí hann fór til Norra í eina tíð