Cap Negret 28 frá 12 til 15 juni 12

Týsdagin eftir campingvogninum                                                                                         Útluftast skal í hesum varmanum, hettar er uml kl 21:30
   

   

Bilurin er til vask innan og uttan og polering, teir brúktu 3 tímar vóru einar 3-5 mans og kostaði 80 € :o)
   

   

Mikudagur og Gudmundur til fótbólt, men har var eingin venjing í kvøld, men teir spældu og hyggaðu sær óført :o)
   

Aftaná fótbóltin fóru vit út at fáa okkum at eta, vit ruddað íbúðina so har er ikki inniverðandi
   

   

Bobby slapp við og hevur fingið vatn frá tænaranum, men yvast í hasum ísinum í vatninum
tað er hann ikki vanur við, ongantíð fingið ís í vatnskálina frá mammu :o)                              Eitt sera hugnaligt mikukvøld, nú eru bara 2 kvøld eftir í Spania
   

Hósdagin var uppgangur, eingin vindur men aldurnar vóru hampulig stórar
   

Hóskvøldi fóru vit út at eta. Skilti við ymiskum bíligum td ein fatøl við Tapas 1,5€                Altea
   

Pizza4you er ikki so gali :o)                                                                                                Beint aftanfyri 2 tær ovastu hæddirnar búgva Per og Helle :o)
   

   

   

   

Mega góða íbúðin hjá okkum                                                                                             Fríggjamorgun og síðsti skúladagur hjá Gudmundur, hann er ordiliga keddur :o)
   

Inni í skúlastovuni, tað er einki um Gudmundur í dag :o(
   

Gudmundur var sera sera sera keddur, tá øll søgdu farvæl við hann, ikki ein góður dagur helt hann. Spurdur um vit skuldu verða eitt ár meira í Spania, segði hann ja !
Hann fekk brøv frá øllum í flokkinum, tey høvdu sjálvi gjørt og pyntað brøvini. Eisini fekk hann gávu frá Pablo og beiggjanum og eina frá húsavørðinum :o)