Cap Negret 15 frá 20 til xx mars 12

Tað hevur regnað allan samlan dag, og stór alda á strondini, men løgið nokk næstan ikki eitt lot so tað má verða verri veður onkra aðra staðnis nú aldan er so stór
   

   

   

Men vit skulu ikki klaga, hettar er fyrstu fer at tað hevur regnað so illa í ein heilan dag. Nú í kvøld er so turt aftur
   

Í dag mikudag er so gott veður aftur

Vit eru farin at royna toki, sum koyrir beint framvið hjá okkum, bara 2-3 min at ganga til stoppistaði. Laila hevur tosa um at fara einsamøll ein túr til La Marina, so vit eru
líka farin ein túr øll so mamma skal finna næstu fer :o)
   

Í Benidorm skiftir man tok                                                                                          So eru vit beint uttanfyri La Marina, stóra centrinum í Finestrat
   

   

Vit báðir bíða eftir mammu, vit skulu heim aftur við tokinum um 5 min :o)
   

So eru vit á veg heim aftur, fínur túrur :o)                                                                    Gudmundur keypt sær ein pakkað við Lego ( aftur )
   

Nú eru bara 10 dagar til Jóhan Martin, Elisabeth og Hendrik koma at vitja okkum á Páskum, tey verða her í 12 dagar so tað skal nokk verða mega hyggiligt. So er at vóna
at veðri verður til vildar og tey fáa eitt sindur av farvu :o)   Sansýnligheitin er í øllum føri góð til sól her

Hósdagur og fekk ongan fisk so vit fóru bara ein túr í gamla býin í Benidorm               Hægsta hotelli í Europa Hotel Gran Bali mitt á myndini, 186 m høgt 43 hæddir
                                                                                                                                 Høghúsi eitt sindur meira til høgru er Residencial In Tempo, er hægsti íbúðar-
                                                                                                                                 bygningur í Europa, 200 m høgur og 52 hæddir
   

   

   

   

Her er sera vakurt og vøkur kona eisini :o)
   

   

   

   

Trappurnar niður av gamla býlinginum eru avtaglaðar við lásum, allir galendarar eru fullir í heingilásum. Haldi tað er okkurt fólk gera tá tey eru nýgift ??
   

   

Fríggjadagin funnu vit tað almennuma grill-plássi, sum húsavørðurin hevur sagt okkum frá, eitt hyggiligt pláss, her er bæði grillir, vask, wc og alt, sum skal til
   

   

   

   

Stóri kletturin í Calp
   

Gudmundur verði og svomi og klipt sær eisini                                                                     Leygardagur og ítriv-skúla
   

Hettar dámar honum sera væl og so hevur hann fingið nýgg amboð í dag :o)
   

Vit fóru ein biltúr aftaná norðeftir
   

                                                                                                                                        Rustfrítt stál má verða rættiliga bíligt her, tað verður sera nógv brúkt alla staðnis
   

                                                                                                                                         Her eru vit í Javea
   

   

Við hesa kirkjuna eru nógvar minningar-talvur
   

   

   

Gamli býlingurin í Javea
   

   

   

   

Nógvar smalar gøtur
   

                                                                                                                                         Leygarkvøldið fóru vit at fáa okkum pizza í El Castell, El Castell pizzaðin var sera góð
   

                                                                                                                                         Gudmundur er blivin so krilluttur í Spania, læt seg í mammusa frakka eina løtu :o)
   

Á veg heimaftur, eitt hugnaligt kvøld                                                                                   Sunnumorgun og mamma hevur hita hondværkarar í ovninum og í mega góðum veðri
   

Nógvir bátar uttanfyri her er ein við fleiri tráðum umborð :o)
       

Í dag kl 16:30 skal Gudmundur til svimjikapping, tað verður spennandi hjá honum

So eru vit á veg til svimjihylin, her var ordiligt lív í undir brúnni                                              Her niðri eru altíð nakrir campingbilar
   

Svimjihøllin
   

Hita upp                                                                                                                            Gudmundur hevur ikki fanga tað heila enn, helt ikki at tað vóru so nógv fólk til steðar :o)
   

Venjarin deilir teir í 2 bólkar, eftir royndum                                                                         Gudmundur til vinstru
   

Gudmundur missir so mega nógv, tí hann dugir ikki so væl at kava                                       Men tekur skjótt inn á hann
   

Her eru teir javnir, men hettar er bara fyri at venjarin skal seta teir báðar bólkarnar saman
   

Soleiðis, nú byrjar kappingin, Gudmundur uttasta bana longst frá, er nakað seinum avstað    er nokso aftarlaga. Teir eru 6, sum kappast í crawl
   

Men vísir seg at hann tekur seg væl framm
   

Gudmundur bleiv nr 2 í crawl
   

Genturnar, sum skulu svimja vóru mega nógv málaðar, tær glansa allar sum tær eru
   

So gera teir klárt til ryggsvimjukapping
   

Gudmundur aftur longst til høgru, ella longst frá                                                                   Teir 6 eru klárir
   

   

Heldur ikki hesa fer fekk hann góða byrjan, men hálar so væl inn                                         Her er hann nr 2
   

Men Gudmundur vann, hann bleiv nr 1 í ryggsvimjin :o)
   

Nú fara teir at spæla svimji-hond-bólt ella hvat tað verður kallað. Teir síggja so fittir út í kýsa :o)   Gudmudnur er sera spentur
   

   

   

Filmur1   Filmur2   Filmur3
       

  

2 stoltir menn :o)                                                                                                                So á veg heim aftur, til gongu sjálvandi
  

Ein mega góður dagur, Gudmundur og vit sera stolt :o)

Mikudagin var Anja og vitjaði, hon og Gudmundur royndu at svimja uttanfyri, men ov kalt so tey fóru bara í heita svimjuhylin í kjallaranum hjá okkum :o)
   

Uml kl 17 hvønn dag koma bátanir inn at landa, eg var ein túr inni á Fiskamarknaðinum        MEIRA FISKA MYNDIR
   

Flamingo´inar í Calp
   

Her eru fleiri 100 fuglasløg á vatninum
   

Gudmundur og Lego                                                                                                          Anja og Gudmundur royndu aftur svimjihylin uttandurða í dag, men nakað kalt  FILMUR
   

   

                                                                                                                                         Bobby í bæð, hehe mega klænur
   

Leygarmorgunin var sera vakurt veður
   

   

NÆSTU MYNDIRNAR