Cap Negret 8 frá 4 januar til uml 9 januar 2012

So gera vit klárt til okkara fyrsta campingtúr, síðani vit komu til Spania. Fara til eitt
campingpláss við útkantin av Valencia                                                                        Gudmundur hjálpir til, hann koyrir luftina úr krokudillini :o)
   

Bobbarin skal sjálvandi við                                                                                         Tarvar eru alla staðnis at síggja, mega stórir eru teir
   

Her eru vit komin til eitt campingpláss Devesa, men Bobby kundi bara verða her um hann
var inni í vogninum alla tíðina, ella í einum búri fleiri 100 metrar frá okkum, men tað
tímdu vit slett ikki, so vit fóru víðari                                                                             So funni vit eitt har Bobby var vælkomin :o)        kostaði 30€ pr dag
   

   

   

                                                                                                                                 Tá vit vóru komin uppá pláss fóru vit til gongu inn í ein lítlan bý at fáa okkum at eta
   

   

   

   

Mátti taka mynd av hesum campingvogninum :o)
   

Mikumorgunin fóru tey bæði inn í lítla býin at keypa rundstykkir, er bara 4-5 min at ganga til býin
   

   

   

So er morgunmaturin klárur
   

So ein tú til innkeyp í Carrefour Planet í Valencia, eitt mega stórt centur                       Sjálvandi selja tey eisini her øll møgulig djór
   

   

Her eru skinkur so tað forslær
   

   

Gudmundur eitt sindur keddur yvir hesar lítlu grísar :o)                                                Vit koyrdu leingi ígjøgnum eitt stórt vatn. Valencia aftanfyri
   

Vatn báðu megin                                                                                                        Komin á campingpláss bleiv grillin tendrað, hava ikki grilla í 3 mánaðar
   

So er grill-kvøld :o)                                                                                                    Eitt fýrbein á einari lykt, og mega nógvir mýggjabitar, her eru nógvir um kvøldi :o(
   

So eru Laila og Gudmundur farin at kannað nær bussurin koyrir til Valencia                 Her er so bussurin, tað tekur um 10 min at koyra teir 5 km inn í Valencia
   

So eru vit á veg til Ciudad de Las Artes Y Las Ciencias De Valencia, ella City Art and Science. Hettar er mega stórt og flott.     Kostaði fyri okkum 3     68,3€ = 512 kr
   

   

Akvarium´i er tað stórsta í Europa
   

   

   

   

Laila vildi so gjarna hava dunnuna uppá mynd, eg veit ikki hví ?
   

   

Gudmundur var guide :o)
   

So eru vit har hávar eisini eru í og ein tunnil at ganga ígjøgnum akvari´i                         Filmur1
   

Her eru vit í tunlinum
   

Ein klumpfiskur                                                                                                          Veit ikki hvat hesin eitur, men sær út til at hann hevur eina motorsag fyri framman :o)
   

Var heilt fantastiskt at verða inni her og síggja hávar og annað beint yvir høvdinum á okkum :o)
   

Filmur2       Filmur3
   

Man kundi gott blíva eitt sindur kløkkur, tá man vendi sær og sær beint í gronina á hávunum :o)               Alt var bara giga stórt her inni, akvarium´i gongur í ein runding :o)
   

Tey hava nógv frammi um at ikki dálka natúruna, her er skrell funni á strondini :o)        Delfin-show er eitt mást at síggja
   

   

Filmur4
   

   

   

   

   

                                                                                                                                 Hesin er krita-hvítur :o)
   

   

Sera ringt at fáa góðar myndir, man hevur ikki loyv at brúka blits                                 Næstan alt er í Mahogny og Rustfríum stáli, mega flott
Filmur5          Filmur6
   

   

So er klokkan 18 og tey steinga nú, so hettar var alt ov stutt hjá okkum. Vóru ikki her fyrr enn kl 14:30 tí so nógvur fiskur var á søluni í dag, ætlaðu at verða longri
   

   

   

   

   

Uttanfyri vit ætlaðu við bussinum heimaftur, men yvaðust eitt sindur hvønn buss vit skuldu taka so vit tóku ein taxa, hann kostaði 12€ annars kostaði billettin 68€ til City Art
   

Eitt satt upplivilsi og mega gott veður, taxabilurin vísti 23,5 hitastig tá vit koyrdu heim uml kl 18:30 so rættuliga gott veður í dag

 

Gudmundur ger sær sjokulatadrikk
   

                                                                                                                                 So eru vit á lokalari resturatión, beint við campingplássi
   

Bobby liggur so trygt 5 cm frá mammu :o)
   

Hósmorgunin fara vit at finna okkurt annað campingpláss, her eru mega nógvir mýggjabitar :o(
   

   

Meðan vit koyra skal Gudmundur líka tað eina mynd av hesari borgini, hann er næstan líka sum mamman at taka myndir :o)
   

So kannað vit eitt campingpláss, áðrenn vit koyra inn tí her eru fleiri campingpláss at velja í. Mega góð strond er her
   

So hava vit tikið støðu til hettar campingplássi Euro Camping og seta vognin uppá pláss. Kostaði 47,17€ ella 354 kr fyri 2 døgn við streymi ( tráðleyst internet kost extra)
Hettar campingplássi er sera gott halda vit                                                                  Gudmundur óførur at hjálpa til
   

   

   

Nógvir flottir húsvognar, hesin uttasti hevur ein bil inn í aftanfyri :o)                               Strond so langt eyga sær
   

   

   

Fríggjakvøld og vit grilla                                                                                             Sólin við at fara undir
   

   

   

So at uppdatera heimasíðuna og Gudmundur hyggur eftir Bob Esponja
   

   

   

   

Her sæst hvussu tætt campingplássini liggja                                                                 Campingplássi hevur eitt gigastórt fuglabúr, nógvir ymiskir fuglar
   

   

Vit eru farin ein biltúr til Denia at hyggja eftir einari borg Castillo de Denia  frá 11-12hundrað talinum. Her er ein tunnil undir borgini
   

Hin endin á tunnlinum                                                                                                 Langt at ganga niðan til borgina
   

   

Nógvar smælar gøtur                                                                                                 Portri til borgina
   

   

   

   

   

   

                                                                                                                                 Sjálvandi var ein kiosk heilt har uppi :o)
   

   

   

   

   

   

   

   

   

   

Vit eru also mega høgt uppi :o)
   

   

   

Her liggur eitt mega stórt seglskip
   

   

Nógvastaðnis sóðu vit steinar, sum eru lagdir í ymisk mynstur
   

   

   

Fínur túrur í góðum veðri, nú fara vit heim til campingvognin at grilla :o)                        So gera vit klár at fara heim aftur
   

   

   

Her fara vit av hesum fína campingplássið                                                                   Steðgaðu líka á at hyggja eftir skulpturum, sera nógvir slíkir handlar
   

Vóru mega flottir figurar o a til havan í Maritugøtu, men Laila segði at teir passaðu ikki í bilin heim aftur :o(
   

                                                                                                                                 So eru vit heima aftur
   

   

Uff man hevur nógv við                                                                                              So eru vit heima aftaná ein fínan campingtúr í Spania :o)
   

Her var lív í tá vit komu heim, 8 fiskatráður, ein gummibátur og aðrir bátar uttanfyri. Tráðufiskarnir hyggaðu sær óført í einum telti aftanfyri træði hehe