Cap Negret 4    frá uml 1 nov 11 til ........

Hettar kann man kalla eplir, vit ætlað at goyma tað til onkur kemur at vitja, hettar er alt ov stórt til okkum :o)
   

Anja hevur ilt í eygunum og mátti til læknað
   

Matador á skránni                                                                                                      Gudmundur hevur keypt sær inniskógvar :o)
   

   

Bobby hevur fingið eyga á okkurt langt úti                                                                  Royna at sooma inn.......
   

Soomi meira ......                                                                                                       Soomi við hvørjum dropa, eg haldi hattar er ein borðipallur, flytur seg mega seint
   

Appilsinirnar byrja at blíva gular, tær hava verði myrkagrønar
   

                                                                                                                                 So er PIZZA á skránni, vínfløskan verður brúkt sum kakurulla :o)
   

Gudmundur hevur gjørt sær ein handil                                                                         Hann er sera dýrur, nógv bíligari at fara í Mercadona :o)
   

   

Gudmundur og Bobby hygga sær                                                                               Nógvur fuglur at síggja av altanuni
   

Ein bátur siglur framvið                                                                                               Hettar alibrúk verður sleipa aftur og framm av og á
   

   

Mánamorgun 7 nov kl er 09 sera pent veður í morgun og Laila er farin at fylgja Gudmundur í skúla. Men alla síðstu viku var einki at skriva heim um :o), næstan eingin
sól, onkrar løtur (stuttar) hevur sirma eitt sindur og hitin hevur ligi um 16-18 gr um morgunin og um 18-22 gr um dagin, so nú er heysti komi :o). Gudmundur hevur
verði og svomi saman við venjaranum.

Týsdagur 8 nov:
Ordiliga gott veður, mátarin vísir 24 gr full sól og púra stilt, so tað er bara at sóla sær. Gudmundur hevur verði til Padle ( tennis ).

Mikudagur 9 nov:
Í dag er sera gott veður, hitamátarin vísir 26 gr, full sól og næstan stilli. Fleiri eru á strondini í dag, bæði svimja og liggja og sóla sær. Maibritt og Rói koma ein túr til
okkara í kvøld :o)
Gudmundur hevur skriva eitt vælkomin-skilti til Maibritt og Róa :o)                             Maibritt hevði brøv frá skúlavinum í Føroyum, mega stuttligt :o)
   

Eisini fekk hann føroysk bløð og bomm frá Maibritt                                                    Rói og Arnbjørn
   

                                                                                                                                 So er TAPAS servera á altanuni
   

Mamma hevur gjørt, greiður Gudmundur frá :o)                                                          Bleiv nakað kalt at sita úti so seint (kl 21:30), so næsta rættin ótu vit bara inni :o)
                                                                                                                                 Eitt sera hugnaligt kvøld :o)
   

Hósdagur 10 nov:
Aftur í dag hevur sólin bakað niður, hitin 26 gr. Nú klokkan 17.15 eru 20 gr, Laila er eftir Gudmundi og so fara vit við honum til svimjing :o)

Hettar er útsýni niðaneftir frá íbúðini                                                                            Vegurin man sær eitur 332 og er sera nógv ferðsla har, men vit hoyra tíbetur einki
   

Taveitdenn tók Laila aftur fototóli við, havi roynt at goyma tað fyri henni, hon er ófør at taka myndir. Hettar verður stuttligt at hyggja eftir, tá vit blíva gomul :o)
   

Her liggja fólk og sóla sær í túninum hjá okkum, 10 nov 2011 :o)
   

 

So er tað 11.11.11 og klokkan 11:11       Laila er farin túr við Bobby so eg mátti taka mynd av mær sjálvum :o)      men also hendan serliga dag var man so í Spania
   

Gudmundur hevur Flori heim við at spæla, teir ganga í sama flokki. So nú hava teir allir verði heima og spælt her, stuttligt :o)  Hann er týskari, men teir tosa bara spanskt
   

   

   

Hettar er beint uttanfyri skúlan, dunnur, gæs og annað er her                                       Skúlagarðurin
   

Mamma er so ófør at taka myndir                                                                              Eini sera typisk sponsk hús, tó hava nógv av teimum bugaði vindeygu
   

Her búgva vit niðast heilt oman móti sjógnum                                                              Bobby úti at pissa :o)
   

   

Leygarkvøldi fóru vit ein túr inn til Altea, mega pent veður. Klokkan er 18:30
   

                                                                                                                                 Gudmundur spurdi meg um hann kundi fáa 3€   hann skuldi keypa okkurt, men vildi
                                                                                                                                 ikki siga hvat, hann kom aftur við einari gávu til mammu sína :o)
   

Mamma glað hon fekk ein flottan reyðan ring
   

Uppi við kirkjuna er onkur, sum skal giftast                                                                 Alda saman við einari vinkonu
   

   

   

Gudmundur argar okkum, liggur og snorkar, tað gongur ov seint hjá okkum at ganga :o)
   

   

   

Gudmundur keypt ein film TIN TIN og slapp at hyggja eina løtu                                  So er tað svimjihylurin, Alda og Baldur eru komin at vitja
   

   

   

   

   

Aftaná fingu tey nýbakaðar muffins                                                                             Eina lítla løtu spældu tey WII
   

So fóru tey at teknað
   

                                                                                                                                 Gudmundur´sa
   

Aldu´sa                                                                                                                      Baldur´sa
   

Í kvøld fingu vit Turran fisk og heit eplir uhmmm :o)
   

Hendan hevur Gudmundur gjørt í skúlanum :o)                                                            Gudmundur mátti líka taka eina mynd av LEGO
   

Mánadagur 14 nov 2011
Júst fylgt Gudmundur í skúlan, hitin 20 gr í morgun. Nakað av uppgangi í morgun stórar aldur :o)

Týs, mik hevur verði gott veður, hitin um morgunin 18-20 gr og so um dagin heilt uppí 26 gr

Hósdagur 17 nov 2011
Veðri tað sama, tó eitt lítð lot. Gudmundur og vit bæði hava verði í føðingardag hjá Aldu í Magic Family í L´Albir. Har hugnaðu tey sær óført, vóru um 20 børn
Vit høvdu gloymt fototóli, men tóku hesar við telefonini
   

   

   

 

Vit hava verið og keypt mammu eina gávu, tað er næstan einki inni í íbúðini, so tað treingir ordiliga til :o)
   

Ein útróðrabátur kemur inn at landa, í Altea er ein uppboðsøla                                    So eru vit á veg í føðingardag hjá Isak, hann er úr Norra men føddur her :o)
                                                                                                                                 Her eru tað Vincent, Pablo og Gudmundur
   

   

Eitt sera stórt øki at spæla eina løtu. Har var ein ung genta, sum stóð fyri ymiskum spølum
   

   

Frá vinstur, Olivia, Jewel, Taya, Pablo, Gudmundur og Vincent
   

Tierra de Ninos
   

Ellis úr Hollandi, ein úr Russlandi (minnist ikki navni) og Laila                                      Tey koyrdu karting, riggar illa at taka myndir tá so nógv endurskin er :o(
   

Fyrst sluppu tey at skrúva bilanir saman
       

   

   

   

Tey skipaðu eisini fyri fótbólstkapping
   

   

Okkurt borðpynt, sum Gudmundur hevur gjørt í frítíðarskúlanum                                 Gormetti mugu eisini sleppa á mynd :o)
   

   

So standa jólini fyri framman, og jólapynt er á skránni :o)
   

Í dag Mánadag 21 nov 11
Hevur ikki verði summarveður her í dag, regna eitt sindur av og á og hitin ligi um 16-18 gr og eingin sól í dag :o( Gudmundur hevur verði til svimjing. Eisini hava vit verið
í einum stórum leikutoyshandli og Gudmundur hevur verið og vælt sær jólagávur :o)

Týsdagur 22 nov
Sera pent veður í morgun og Jórun ja eg havi tikið hesa í morgun kl 08                        Gudmundur hevur verði og keypt sær 2 skjalbøkur, nýggjur djórahandil beint við her
   

   

Fittar eru tær, slagi er Trachemys S. Scripta       Meira                                                Gudmundur koyrir tær í akvarium-kassan :o)
   

Bobby er eitt sindur ævindsjúkur halda vit
   

   

Steinar skulu í kassan
   

   

Nú kl 18 í kvøld regnar eitt sindur illa. Gudmundur skuldi til venjing í Padle men har møtti eingin upp tí tað regnaði eitt sindur illa :o) Men Gudmundur legði ikki so nógv í
tað hesaferð, tí hann longdist eftir skjalbøkunum :o)

Næstu myndurnar >>