Campingtúr á Selatrað 29-31 apríl 2011            

So eru vit á veg til Elduvíkar, her steðga vit á at keypa brennievni. Magn fylti ár og bjóðaði ís, lagkøku, kaffi og okkurt annað frítt, so tað var ikki so gali :o)
   

   

Í Elduvík var einki serligt veður og campingplássi var eitt stórt runudýkið                     Her hava vit runda eitt nes uttanfyri Strendir á veg til Selatrað
   

                                                                                                                                 So eru vit á Selatrað klokkan er um 17.00 og fínasta veður :o)
   

Gudmundur og Baldur spæla eina løtu meðan grilla verður                                           So var klárt at eta, teir dáma væl búrgarar :o)   

   

   

Her hava teir funni ein krossfisk
   

   

   

Tá liðugt var at eta, var fari at leita eftir krabbum, men funnu ongan haldi teir krógvaðu seg fyri sólini :o)
   

Mega gott veður, men eitt sindur kalt klokkan er um 20 á kvøldi
   

   

   

Hesar fligurnar hava ikki langa tíð eftir á lívi, ætlað at fiska í morgin og skulu brúka agn
   

   

   

   

   

   

   

   

                                                                                                                                 Nú er klokkan næstan 11 um kvøldið og tað er songartíð
   

   

Ringt at leggja seg at sova :o)
   

   

   

   

So er tað leygardagur, teir spæla eina løtu og so fara vit ein túr í viðarlundina
   

   

   

   

   

   

   

Vit høvdu matpakkað við
   

   

   

   

   

   

   

   

   

Bobby fekk nakrar litrar av vatni omaná seg tilsamans :o)                                            Baldur vísti okkum summarhúsini hjá ommusystur síni
   

So at hvíla seg eina løtu meðan vit gjørdu klárt at grilla                       
   

   

   

Laila fór ein gangitúr                                                                                                   Ein campingvognur stendur á einum stykki, ætlað til vognin, sera hygghygg
   

Áðrenn vit fara at sigla í gummibáti, keyptu teir báðir í kioskini á campingplássinum
   

   

   

   

FILMAR:   Gummibát1  Gummibát2  Bát3  Bát4  Bát5     

   

   

Aftur at hvíla seg eina løtu við onkrum spølum ;o)
   

   

Teir spæla við smáar krígsmenn og tanks                                                                     Knappiliga fann Gudmundur ein krabba so tað var stuttligt
   

   

Gudmundur og Baldur hava verði eftir fligum, nú fara vit at fiska
   

Vit oyddu ongan stovn á hesum sinni                                                                          Gudmundur rann niðan í bilin eftir kikaranum, men sá ongan fisk :o)
   

Sunnudagur 1. mai     Laila er farin ein túr við Bobby

   

   

Áðrenn hon fór túr setti hon eplir útá, vit ætla at fara niðan í viðarlundina ella í ánna at eta turran fisk, spik og eplir   hmm
   

   

   

   

   

   

Royndu at fáa nøkur kombikk, men heldur ikki her hóttu vit nakran stovn, vit sóu tó fleiri men tey vóru mega stigg
   

   

   

So er tíð at rigga av og fara heim, klokkan er nú 17.30
   

Selatrað í bakgrundini                                                                                                 
   

Steðgaðu eina løtu á Strondum, Nólsoyggin aftanfyri, eisini síggja vit Toftir

So var hesin túrurin at enda komin, ein sera góður túrur við mega góðum veðri